 Marina City er ein húsasamstøða við bústøðum og rúmum til vinnulívsendamál, ið liggur mitt í Chicago í Illinois, USA. Bygningarnir, ið vórðu teknaðir í 1959 og vóru lidnir í 1964, eru tvey 174 metra høg torn, ið hava skap sum maisøks hvørt við 65 hæddum.Mánaðargreinin (Kom aftur seinni fyri mánaðargreinina.) |
---|
Mýrisnípan (frøðiheiti - Gallinago gallinago) er brún omaná við fýra gulum teinum eftir bakinum og einum á høvdinum. Nevið hevur hon longri upp á seg enn nakar annar fuglur, ið vit vita um. Víða um Føroyar verður hon nevnd mirusnípa, men betra navnið man tó vera mýrisnípa, tí mest heldur hon seg á mýrum og øðrum bleytlendi. Har situr hon væl fjald í tí síða grasinum og lættir sær ikki á, fyrr enn fólk kemur tætt at henni. Tá sker hon í eitt »kjett«, í tí hon rýkur upp, og flýgur so undan, snittandi til viks. Hon er spakur fuglur, og har sum ongar kettur eru, eigur hon ofta nær húsum. Fyrra partin á sumri í góðum veðri og mest á kvøldi síggja og hoyra vit ofta teirra vakra leik í lofti. »Kipp kipp kipp« láta tær, meðan tær hevja seg høgt, høgt upp í loft. So við eitt stoyta tær sær á høvdið, og við útspílaðum veli og hálvkreptum veingjum fara tær á skák niðureftir. Tá ið tær hava fingið góða ferð, hoyrist eitt hart »burrurrurr« ljóða úr velfjøðrunum — og kanska eisini úr veingjaf jøðrunum? Komnar nakað niður steðga tær ferðini, skera í »kipp kipp« og ringja seg upp aftur. So »burrurrurr« niður. Stundum stoyta tær sær so flatt niður, at ferðin verður lítil; tá hoyrist einki »burr«. Leingi kunna tær stuttleika sær soleiðis. Eftir longsta dag gera tær minni av hesum leiki; tá hoyrast tær mest láta »jabbe jabbe jabbe jabb«. |
| | Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…  - ...at Ítróttarfelagið Hvirlan varð stovnað í mars 2008 í Tórshavn. Felagið, sum íðka frælsar ítróttir, hevur regluliga venjing á Tórsbreyt.
- ...at Ingilín D. Strøm var tann kvinnan, sum fekk flestar persónligar atkvøður á løgtingsvalinum 2019 og at hon var einasta kvinna, sum varð vald inn á ting fyri Javnaðarflokkin?
- ...at gongustjørnan Venus (myndin) er tann sum er tattast jørðini, og at gomlu føroyingarnir róptu Venus Stakkalastjørnuna?
- ...at Tvøroyrar Bóltfelag er elsta bóltfelag í Føroyum. Felagið varð sett á stovn 13. mai 1892.
- ...at Rebekka Fuglø var fyrsta føroyska kvinna, sum hevur runnið 400 metrar undir ein minutt.
- ...at Suni úr Hørg úr Sumba yvirlivdi arbeiðsvanlukku, har hann datt 9,70 metrar niður á betong, og nú arbeiðir sum timburmaður, hóast hann er umleið 95% blindur?
- ...at Hargabrøðurnir úr Sumba róku írskar sjórænarar til rýmingar úr Hvalba og fingu í 1612 boðið Stóru Dímun afturfyri avriksverk teirra, og at teir søgdu nei takk?
- ...at elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági (1908-2016), át nógva grind, ið granskarar annars siga vera so dálkaða, at hon er heilsuskaðilig?
- ...at føroyski trúboðarin Daniel Jacob Danielsen var við til at støðga ræðuleikum, ið vórðu framdar av belgiarum í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo fyrst í 20. øld?
- ...at mannakroppurin er samansettur av uml. 60 billiónum (60.000 milliardum) kyknum?
|